Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2015 ávegis í 2016: – Kunnu duga betur at seta prís upp á okkara góða, trygga og vakra land

Danial Viðoy

Erik Biskopstø lítur aftur og fram.

Navn?

Erik Biskopstø

Yrki?

Leiðari fyri Kvøldskúlan og fyrireikari av SF

Hvat var tað besta, sum hendi í 2015?

Eg havi ringt við at seta nakað ávíst fram um nakað annað, tí tað er so nógv, sum vit kunnu gleðast um, um vit bert duga at síggja tað. Men tað at hava eina góða familju og at heilsan er góð er dýrabart.

Hvussu heldur tú nýggjárið?

Heima við hús, har vit plaga at kóka ræst kjøt, skjóta fýrverk saman við børnunum, lurta eftir útvarpi og og hyggja í sjónvarp, og annars fáa onkrar gestir, opna eina fløsku av sjampanju og heilsa upp á fólk í grannalagnum. Kanska mann eisini fer ein túr á posthúsið.

Hevur tú nakað nýggjárslyfti?

Nei, men kanska man burdi gingið oftari túrar saman við konuni. Tað er gott fyri likam og sál.

Um nei, hví ikki?

Eg havi ikki traditión fyri at hava nýggjárslyftir. Vit skulu jú hvønn dag taka avgerðir, sum hava avleiðingar, ikki bert á nýggjárinum.

Hvat gleðir tú teg mest til í 2016?

Ikki nakað einstakt, men vónandi verður tað eitt spennandi ár, sum vit øll kunnu gleðast um.

Hvat heldur tú føroyingar skulu vera betur til í 2016?

Sum heild haldi eg, at føroyingar duga væl at liva, men kanska vit kunnu duga betur at seta prís upp á okkara góða, trygga og vakra land, sum mangir útlendingar øvunda okkum.

Harleyfacadeacryl