Agnar Frederiksen lítur aftur og fram.
Navn?
Agnar Frederiksen
Yrki?
Lesandi á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya/ Hjálparvenjari hjá KÍ
Hvat var tað besta, sum hendi í 2015?
At eg fekk bjóða starvið sum hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ
Hvussu heldur tú nýggjárið?
Stille og roligt: Heima saman við teimum nærmastu við góðum mati, við at hyggja eftir sjónvarpi (90-ára føðingardagurin o.s.fr.) og við at njóta vakra útsýnið yvir Klaksvíkina, tá fýrverkið fer upp í luftina.
Hevur tú nakað nýggjárslyfti?
Noy!
Um nei, hví ikki?
Ongantíð verið nakað sum eg havi gjørt, ella trúð uppá at tað veruliga ger mun; havi nøkur mál fyri meg sjálvan, og annars taki eg dagarnar sum teir koma.
Hvat gleðir tú teg mest til í 2016?
At arbeiða við Effo-liðnum hjá KÍ, og harvið umboða ítrottarliga flaggskipið hjá Klaksvíkingum og Norðoyingum. Umframt hetta at brúka uppaftur meira tíð saman við teimum nærmastu- teimum fantastisku fólkunum rundan um meg, sum geva mær so nógv.
Hvat heldur tú føroyingar skulu vera betur til í 2016?
At vit tora og vilja gera okkum gagn av teimum stóru ríkidømunum, sum okkara land hevur, og at vit gera tað sama við okkara egna persónliga potentiali.




