Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Giza/Hoyvík fingið tilgongd

Jákup Ósá

Felagið hevur fingið fyrrverandi Effovenjara og fyrrverandi Effoleikara til felagið.

Seinastu dagarnar hevur Giza/Hoyvík fingið tilgongd av persónum í Effodeilini.

Eliesar Olsen, sum í ár var venjari hjá EB/Streymi, verður  komandi ár ungdómsvenjari hjá Giza/Hoyvík. Somuleiðis hevur felagið boðað frá, at miðvallarleikarin Mikkjal T. Hentze flytir til besta liðið hjá Giza/Hoyvík. Mikkjal hevur seinastu árini verið partur av besta liðnum hjá AB.
Komandi ár skal Giza/Hoyvík fyri fyrstu ferð spæla í næstbestu deildini og skjótt fær felagið eisini nýggjan vøll í Hoyvík.