Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SÍ menninir í steypafinaluni

FBF

Eftir tryggan 3-0 sigur í hálvfinaluni móti Fleyr í Høllini á Hálsi, hevur mansliðið hjá SÍ í flogbólti í gjár tryggja sær plássið í steypafinaluni 20. februar.

Tað var ongantíð ivi um, hvat lið fór at vinna, eftir at liðini í fyrsta setti fylgdust upp á umleið 10-10 – eftir hetta var liðið úr Sørvági klárt tað betra.

Settini endaðu 25-19, 25-16 og 25-15.