Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingarráðið: Ójøvn kapping millum KVF og aðrar miðlar um lýsingar

John William Joensen

Eins og tá Kringvarpslógin varð samtykt í 2006 valdu landsstýrið, løgting og mentunarnevnd als ikki at spyrja kappingarráðið um spurningin at loyva almenna Kringvarpinum at virka á privata lýsingarmarknaðinum. Men tann 29. Mars 2006 valdi kappingarráðið av sínum eintingum at senda løgtinginum eina áminning – har Kappingarráðið ávaraði løgtingið um at loyva kringvarpinum at kappast við privatu miðlarnar.

Eins og tá Kringvarpslógin varð samtykt í 2006 valdu landsstýrið, løgting og mentunarnevnd als ikki at spyrja kappingarráðið um spurningin at loyva almenna Kringvarpinum at virka á privata lýsingarmarknaðinum. Men tann 29. Mars 2006 valdi kappingarráðið av sínum eintingum at senda løgtinginum eina áminning – har Kappingarráðið ávaraði løgtingið um at loyva kringvarpinum at kappast við privatu miðlarnar.

Kappingarráði sendi tann 29. mars 2006 inn hoyring skriv til Mentanarnevndina.

Viðmerkingarnar frá Kappingarráðnum vóru avmarkaðar til tann partin sum snýr seg um fígging av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya og ráðið kom við einum lemjandi kritikki av Kringvarpslógini.

Kringvarpið brýtur kappingarlógina.

Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum var sera greið:

…. Høvuðssjónarmið Kappingarráðsins er, at lógaruppskotið brýtur grundleggjandi við meginregluna um at almannakringvarp (public-service) bert, ella í høvuðsheitinum, verður fíggjað við lógarásettum lurtara- og hyggjaragjaldi. Um føroyska lógin hevði havt somu kappingaratlit sum til dømis tann danska og tann norska lógin, høvdu inntøkukeldurnar verið munandi avmarkaðar í mun til frammanfyristandandi.

Sambært lógaruppskotinum fær Kringvarp Føroya allar teir inntøkumøguleikar sum almannakringvarp hava og harafturat teir inntøkumøguleikar sum aðrir miðlar skulu hava at lívbjarga sær við. Í so máta er eingin javnsetan av almenna kringvarpinum.

Skipanir í grannalondum

Samstundis vísti Kappingarráðið á føroyska Kringvarpslógin gav føroyska kringvarpinum sersømdir á fíggjarliga økinum – nakað sum ikki var tilfeldi í Danmark ella Norra.

Úr donsku lógini:

”§ 15.

DR er en selvstændig offentlig institution.Stk. 2.

DR’s virksomhed finansieres gennem DR’s andel af licensafgifterne samt gennem indtægter ved salg af programmer og andre ydelser, tilskud, udbytte,overskudsandele m.v. DR kan ikke oppebære reklameindtægter fra programvirksomheden og public service-aktiviteter på internettet.

Stk. 3

DR kan optage lån på almindelige markedsvilkår til finansiering af institutionens investeringer, forudsat at den samlede lånoptagelse ikke overstiger 4 pct. af indtægterne ifølge seneste regnskab. Lånoptagelse herudover skal godkendesaf kulturministeren.

Stk. 4.

Kulturministeren kan fastsætte en vedtægt for DR.”

Úr norsku lógini:

§ 6-4. Finansiering m.v.

Virksomheten i Norsk rikskringkasting AS finansieres ved kringkastingsavgift,salgsinntekter m.v. Virksomheten kan ikke finansieres ved reklame i NRKs allmennkanaler. NRKs tekstfjernsyn regnes ikke som en del av allmennkanalene.

Kongen kan i forskrift gi nærmere regler om reklame i NRKs tekstfjernsyn.Kringkastingsavgift fastsettes av Stortinget.Endret ved lover 2 feb 1996 nr. 6 (se dens II – i kraft 30 april 1996), 14 jan 2000 nr. 6 (i kraft 20 jan 2000 iflg. res. 14 jan 2000 nr. 31).

Kappingarráðið skal við hesum heita á Mentamálaráðið at umhugsa lógaruppskotið enn einaferð við atlitið til hvørjar inntøkumøguleikar Kringvarp Føroya eigur at hava. Hesum viðvíkjandi vilja vit mæla til at skipaninar í grannalondunum verða nýttar sum fyrimynd. ….”

Løgtingið hevur nú samtykt eina kreativa loysn har lýsingainntøkur sum kringvarpið hevur skulu í serligan grunn at bíta til miðlar.

Hetta var gjørt fyri at varðveita lýsingar í KVF, men áhugavert hevði verið um landstýrið ella løgting spurdu Kappingarráðið um spurningin. Tað er væl neyvan nakar sum heldur tað verða rímiligt at almennir stovnar beinleiðis kappast við privat virksemið.

LES ALT BRÆVIÐ HER