Kallanes og Bragd avreiddu í morgun. Prísurin á toski 2 lá omanfyri 30 krónur fyri kilo. Báðir útróðrarbátarnir hava verið norður úr Djúpunum og avreiddu nakað tað sama, Bragd hevði 6.200 pund og Kallanes 6.300 sambært FMF, og teir fingu omanfyri 22 krónur í meðal fyri kilo. Høgni Hansen frá Fiskamarknaði Føroya sigur, at fiskaprísirnir vanliga eru í topp hesa fyrstu vikuna av árinum og so plagar prísurin at lækka aftur til sína vanligu legu.




