Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Benitez fær sekkin í dag?

Jákup Ósá

Kendur maður í Real Madrid er uppá tal at taka yvir.

Tað er ikki óhugsandi, at Real Madtid fær nýggjan venjara hesa vikuna.

4 stig frá nummar 1 í landskappingini, skorað flest mál í landskappingini, víðari í Champions League við flest stigum av øllum luttakandi liðum og saman við Bayern Munchen tað liðið, ið hevur skorað flest mál í Champions League. Í steypakappingini kom liðið eisini víðari, men hevði brúkt ein ólógligan leikara og bleiv tí koyrt út úr kappingini.

Hóast hesi úrslitini, so er venjarin hjá Real Madrid, Rafael Benitez, undir sera stórum trýsti frá serliga sínum egnu áskoðarum. Og í sponsku miðlunum ganga nú søgur um, at Benitez møguliga fær sekkin hesa vikuna. Kanska enntá so skjótt sum í kvøld. Spanski viðmerkjarin hjá Sky Sports, Guillem Balague, sum vanliga er álítandi, skrivar, at Benitez kann vera søga í Real Madrid longu í kvøld. Daily Mirror skrivar, at presidenturin í Real Madrid, Florentino Perez, skal á fund við Benitez í kvøld og har verður róð uppundir, at hann møguliga fær at vita, at hann ikki longur er venjari í spanska felagnum. 

Zinedine Zidane er favorittur at taka yvir eru miðlarnir samdir um. 

Harleyfacadeacryl