Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bragd ger roktúr í dag

Jákup Ósá

Hann avreiðir seinnapartin.

Í gjár vóru bara Kallanes og Bragd úti, men teir fingu 7000 pund og góðan prís.

Í nátt hava fleiri bátar verið úti. Besta túrin fer Bragd at gera, hóast hann ikki er afturkomin enn. Hann avreiðir væntandi í Klaksvík kl. 14.30 og hevur mett veiðuna til 10.000 pund. Hetta kann blíva meir, tí tá sølan var í morgun var Bragd ikki liðugur at draga. Kallanes og Norðsøki royndu vestanfyri og avreiddu í Sørvági í morgun. Norðsøki hevði 8500 og Kallanes 7000 pund. Brandur hevði 7000 pund og Bjørgvin góð 3000 pund. 
Sum skilst var prísurin eins og í gjár sera góður í morgun og tí hava útróðrarbátarnir fingið eina góða byrjan uppá árið.