Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gudstænastur trettandakvøld

Prestur

Trettandakvøld, 6. januar, verður farið í kirkju kl. 20.00 í Christianskirkjuni, í Mikaldali og heimi í Kunoy. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin.

Í Christianskirkjuni prædikar Marjun Lómaklett prestur, og talvan gongur fyri útimissión. Eftir gudstænastuna verður boðið til kaffi í kirkjukjallaranum, har greitt verður frá um útimissiónsarbeiði.

Heimi í Kunoy verður tað Hanus á Gørðum prestur, ið prædikar. Eftir gudstænastuna verður boðið niðan í bygdarhúsið, har Torleif Johannesen sjómanstrúboðari kemur at greiða frá og vísa myndir frá túri, hann var við Heyki og Falki undir Føroyum. Har verður eisini ein góður drekkamuður at fáa.

Í Mikladals kirkju verður lestur lisin.