Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík móti KÍF mikukvøldið kl. 20.00

Ítróttur

Team Klaksvík tekur ímóti KÍF í annaðkvøld.

Team Klaksvík tekur ímóti KÍF í annaðkvøld.

KÍF liggur í løtuni á triðja plássi við 15 stigum eftir 13 dystir móti teimum 18 stigunum hjá VÍF eftir 14 dystir og stríðist harvið um 2.plássið í kappingini.

Tískil verður roknað við einum øgiliga uppsettum KÍF liði, sum kemur norð til Klaksvíkar at leika ímóti Team Klaksvík, sum enn einki stig hevur fingið í FTZ Kappingini. Seinast liðini møttust endaði tað 35-24 til KÍF liði, men nógv er broytt síðani tá. Stóri veikleikin hjá Team Klaksvík hetta árið hevur verið í verjupartinum, og fær Team Klaksvík stýr á verjupartin, so kann liðið væl geva KÍF liðnum mótstøðu.

Dysturin verður mikukvøldið 6. januar kl 20.00 í Badmintonhøllini.