Hetta var partur av boðskapi frá Páli Weihe í Útvarpi Føroya mánadagin í vikuni, har granskarin greiddi frá, at føroyingar sambært kanning eru generelt feitari enn fólk í grannalondum okkara.
Hetta var partur av boðskapi fráPáli Weihe í Útvarpi Føroya mánadagin í vikuni, har granskarin greiddi frá, atføroyingar sambært kanning eru generelt feitari enn fólk í grannalondum okkara.
Í samrøðu við Útvarp Føroya greiðir granskarin Pál Weihe frá, at sambært einarijúst gjørdari kanning hjá Fólkaheilsuráðnum hava 58% av føroyingum eina hægrivekt enn tað, sum mælt verður til innan læknavísund.
Harvið er greitt, at meir enn annar hvør føroyingur vigar ov nógv, og hetta ermeir enn í grannalondum okkara, staðfestir granskarin.
Fólkaheilsuráðið hevur í sínari kanning staðfest, at 40% av føroyingum havaeitt BMI millum 25 og 30, sum merkir, at tú vigar ov nógv og harvið ert í øktumvanda fyri at fáa hjartasjúkur, sukursjúku og aðrar vælferðarsjúkur.
Sama kanning vísir, at harafturat eru 18%, sum hava eitt BMI, sum er hægri enn30, tvs. tey viga alt ov nógv.
Sostatt eru íalt 58% av okkum føroyingum ov feitir, og størri parturin av hesumeru menn, sigur kanningin.
Lætt at rokna út, um ein vigar ov nógvella ikki
Víðari upplýsti Útvarp Føroya í tíðindasendingini mánadadgin, at tú kanstskjótt rokna út títt egna BMI við at dividera tína vekt upp í tína hædd í øðrum.
Tvs. fyrst faldar tú tína longd við seg sjálva, og tað talið verður síðandividerað við tínari vekt.
Dømi:
Tú ert 1,80metrar langur og vigar 80 kilo.
Fyrst faldartú longdina við seg sjálva: 1,8 x 1,8 = 3,24
Síðandividerar tú vektina: 80 við 3,24 = 24,69
Sostatt ertítt BMI: 24,69
Tvs. tú ertniðan fyri markið, og vektin er í lagi 🙂




