Ert tú námsfrøðingur og opin fyri at arbeiða við spor pedagogikki, er tað akkurát tær vit sóknast eftir. Vit hava tvey leys størv, eitt á 30 tímar og eitt á 35 tímar, bøði at byrja 1. februar.
Um ikki námsfrøðingar søkja, vera hjálparir settir tíðaravmarka í staðin.
Eisini sóknast vit eftir einum hjálpara at arbeiða 33 tíma viku, í einum barnsburðarfarloyvi frá 10 februar.
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum. Vit taka dagliga ímóti 76 børnum í aldrinum 0 – 7 ár.
Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor, vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum og eru upptikin av sporunum, ið upptaka børnini. Sporini nýta vit til at tilrættarleggja verkætlanir, aktivitetir og spæl í gerandisdagnum.
Vit sóknast eftir fólki ið:
– eru støðug og virkin
– hava opið sinni
– síggja møguleikar fram um mørk
– taka støði í barninum
– vísa áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum
– eru opin fyri nýhugsan
– vilja seta seg inn í spor pedagogikk
– leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og starvsfelagar.
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum kommunurnar og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Maju Højsted tlf. 457788 ella 237710
Umsóknir, saman við upplýsing um útbúgving, royndir og viðmælum, til starvið, skal vera okkum í hendi í seinasta lagið mikudagin 27. januar 2016.
Mylnuhúsið
Mylnugøta 10
700 Klaksvík




