Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer at eita Norðingur

Jákup Ósá

Komandi nótaskipið hjá P/F Næraberg fer at eita Norðingur.

Tað segði Hanus Hansen, reiðari, í samrøðu við KVF á middegi. Norðingur er navn á skipi í føroyska fiskiflotanum fyri nógvum árum síðani. 
Væntandi kemur Ruth, sum skipið eitur hjá nú fyrrverandi eigarunum, til Føroyar í næstu viku og tá gongur neyvan long tíð, áðrenn skipið fær navnið Norðingur. Norðingur kemur inn í flotan fyri Slættaberg, sum fyribils verður lagdur.