Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattainntøkur 2015 hjá Fuglafjarðar Kommunu

Tíðindaskriv

Fuglafjarðar kommuna hevur staðfest, at inntøkurnar av A+B skatti fyri 2015 hevur verið 52.449.524,00, sum er 1.741.193,50 oman fyri metingna í fíggjarætlanini, sum var 50.708.331,00. Hækkingin svarar til 4%.

Somuleiðis hevur kommunan staðfest, at álíknaði partafelagsskatturin fyri 2014 er kr. 15.302.772,00, sum er kr. 8.102.772,00 oman fyri metingina, sum var kr. 7,0 mió. Hetta svarar til eina hækking upp á 219%.

Sostatt hevur kommunan fingið tilsamans kr. 9.843.965,50 meira inn í A+B skatti og felagsskatti ella tilsamans kr. 67.752.296,00, sum svarar til 17%.

Kommunan kemur fyrsta dagin við einari frágreiðing um positivu gongdina hjá Fuglafjarðar havn fyri 2015.

Fuglafjarðar býráð