Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður og Joan Edvør FM vinnarar í Double inn 2016

Ítróttur

Dartkapping var í Klaksvík leygardagin.

Føroyameistaraheitið í Double inn var leygardagin hildið á fyrsta sinni. Double inn er eitt spæl ið víkir eitt lítið sindur frá tí vanliga 501. Í Double inn skal ein baði byrja og enda spæli við einum double.

FM var hildið í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag og var kappingin deild upp í kvinnur og menn, har mennirnir leiktu í tveimum deildum. FM bólkinum og B bólkinum (ið fungerar sum ein 2 deild) Aftana var farið at spæla showdouble har ein trekkir nýggjan makkara fyri hvønn dyst.

Joan Edvør FM vinnari

Í kappingini hjá kvinnum møttust Joan Edvør Thomasen úr Vága Dartfelag og Liljan Jacobsen úr Klaksvíkar Dartgelag í finaluni. Finalan gjørdist ein sannur gysari, har Liljan aftana at hava verið á odda 2-1 og við fleiri matchpílum, endaði við at tapa 3-2 á tí meir rutineraðu Joan Edvør.

1. Joan Edvør Thomasen. Vága Dartfelag

2. Liljan Jacobsen. Klaksvíkar Dartfelag

3. Gunnbjørg Dam. Havnar Dartfelag

4. Signy Hansen. Klaksvíkar Dartfelag

Bárður er órørligur

Bárður Olsen hevur verið einaráðandi í føroyskum dart seinasta árið, hann hevur vunnið kapping aftanákapping og mugu vit heilt aftur til apríl 2015, har hann seinast tapti. Men longu í 1/4 finaluni sóu vit at har kundi koma at standa á hjá honum. Barður møtti liðfelaga sínum Naldo og var talan um ein serstakliga spennandi dyst ið endaði 3-2 aftaná at Naldo hevði fleiri matchpílar.

Finalan hesuferð stóð ímillum Barð og Esmar Mikkelsen úr Pílar í Skot í Fuglafiðrið. Esmar hevur seinni árini verið millum teir bestu í landinum, men av tí at hann siglir hevur hann ikki verið so nógv við seinasta árið. Hann hevði ikki tapt ein einasta dyst á degnum, aðrenn hann kom í finaluna. So spenningurin var stórur um hann kundi koppa Barður. Men tann bitin var ov stórur og endaði tað við at Barður vann 4-1

1.Barður Olsen. Havnar Dartfelag

2.Esmar Mikkelsen. Pílar í skot

3.Bogi Isaksen. Klaksvíkar Dartfelag

4.Jóhannes Johannesen. Havnar Dartfelag

Fleiri og fleiri vilja spæla dart

Av tí at dart ítróttargreinin blívur størri og størri var avgjørt at hava ein B bólk, har teir leikarnir ið ikki eru á sama støði sum teir bestu í landinum eisini kunnu kappast. Hesin bólkur gjørdist ógvuliga spennandi og endaði tað við eini finalu millum Monrad Mouritsen úr Vága Dartfelag og Kristian Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag. Finalan gjørdist ikki so spennandi sum vænta og vann Monrad sikkurt 3-0

1.Monrad Mouritsen. Vága Dartfelag

2.Kristian Joensen. Klaksvíkar Dartfelag

3.Bergur Klúftá. Vága Dartfelag

4. Rói Olsen. Havnar Dartfelag

Kolo Kolo Toure / Yaya Yaya Toure

Stemningurin var í hæddini, tá fari var undir finaluna í showdouble. Áskoðarnir stóðu einki aftanfyri teir ið vit kenna frá HM kappingnum og var sungið og rópt allan dystin. Sangir um brøðurnar Toure og aðrir rungaðu í hølunum, tá Barður Olsen og Bergur Klúftá tóku ímóti Joan Edvør Thomasen og Esmari Mikkelsen. Dysturin livdi eisini upp til forvæntningarnar hjá fólkunum og var spennandi allanvegin. Men frá støðuni 1-1 vístu Barður og kanska serliga vælleikandi Bergur Klúfta teimum hvar Dávur keypti ølið og vunnu finaluna 3-1

1.Barður Olsen – Bergur Klúftá. Havnar Dartfelag/Vága Dartfelag

2.Joan Edvør Thomasen – Esmar Mikkelsen Vága Dartfelag/Pílar í Skot

3.Bogi Isaksen – Bjartur Olsen. Klaksvíkar Dartfelag / Havnar Dartfelag

4.Jóhannes Jóhannesen – Monrad Mouritsen. Havnar Dartfelag/Vága Dartfelag

Næsta dartkapping verður í Miðvági komandi vikuskiftið