Í sambandi við skúlasamanleggingina á Skúlatrøð hava skúlaleiðslan og kommunan gjørt avtalu við Andriásu Dam Joensen, PhD-lesandi, um eina verkætlan á námsfrøðiliga økinum, hvørs endamál er at menna amboð, ið lærararnir kunnu gera brúk av, og skapa optimalar fortreytir fyri kognitivari og sosialari menning í flokkum teirra.
Í sambandi viðskúlasamanleggingina á Skúlatrøð hava skúlaleiðslan og kommunan gjørt avtaluvið Andriásu Dam Joensen, PhD-lesandi, um eina verkætlan á námsfrøðiliga økinum,hvørs endamál er at menna amboð, ið lærararnir kunnu gera brúk av, og skapaoptimalar fortreytir fyri kognitivari og sosialari menning í flokkum teirra.
Andriása Dam Joensen, sumer útbúgvin MA í námsvísindi og sálarfrøði, leggur í løtuni tilrættis einaPhD-granskingarverkætlan, har ein týðandi partur av royndunum fer at fara framá Skúlatrøð.
Talan er um einaverkætlan, sum er fíggjað av Granskingarráðnum og Klaksvíkar kommunu, eins ogsamstarvað verður við skúlaleiðslu og lærarar.
Samstarvandi læring
Andriása fer at verðaknýtt at University College London í Onglandi, har hon fyrireikar og skiparverkætlanina í samstarvi við vegleiðararnar Dr. Ed Baines og Peter Blatchford,professara. Andriása greiðir frá, at endamálið við verkætlanini er at betra um, og menna samstarvs- og kjakingarevninihjá næmingunum, og harvið eisini førleikar teirra at læra.
Frálæruhátturin, sumverdur royndur í hesari verkætlanini, hevur fingið føroyska heitið”samstarvandi læring,” á enskum “collaborative learning.”Gransking í Onglandi hevur víst, at næmingar, sum luttóku í einari líknandi,enskari verkætlan, gjørdust dugnaligari at loysa uppgávur, ikki bert í bólkummen eisini einsamøll.
Vagn Foldbo, skúlastjóri,sigur í stuttari vidmerking, at skúlin, við at luttaka í hesari verkætlan, kannfáa lut í nýggjari vitan á økinum, sum kann gera sítt til at menna skúlan.
Gransking sum amboð at menna
Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung, sum varðar avkommununnar parti av fólkaskúlanum, er ógvuliga fegin um verkætlanina:
– Tað var serstakliga áhugavert, tá ið Andriása setti seg í samband við megog kunnaði um hennara ætlanir, og tí fegnist eg stórliga um, at tað eydnaðistokkum at fáa lut í hesari gransking á Skúlatrøð.
– Eg fegnist um, at bæði Trivnaðarnevndin Børn & Ung, skúlaleiðslan oglærarar hava tikið so væl undir við hesum máli.
– Verkætlanin leggur upp til, við støði í verandi námsætlanum, at mennaførleikarnar hjá næmingum at samskifta og kjakast við forvitni og opinleika –alt førleikar, sum tørvur er á til tess at standa seg í einum altjóðagjørdumheimi.
Í tráð við barna- ogungdómsvirðini
– Fyri okkum sum kommunu er tað ómetaliga spennandi at fáa lut ígranskingum og kanningum, sum kunnu menna undirvísingina og lyfta hana upp áeitt hægri støði.
– Somuleiðis er hetta fult í tráð við samtyktu Barna- og Ungdómsvirðini hjáKlaksvíkar kommunu, har tað eitt nú er ásett, at “stovnar í Klaksvíkarkommunu skulu skapa bestu fortreytirnar fyri, og eggja til, at ung fáa einahóskandi útbúgving”, og at “børn og ung skulu virðast sumeinstaklingar við egnum virðum og meiningum. Samstundis skulu tey menna sínievni til at virka í bólki, at knýta vinarbond, at klára tvístøður, at skiljarættindi og at taka ábyrgd av felags reglum”.
Talan er um eina trý áraverkætlan, sum væntandi verður liðug á vári 2019.




