Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung uttan buksur

Danial Viðoy

Góðan morgun: Mánadagin gjørdu nøkur donsk ung av, at lata seg úr buksunum á ferðini við metroini í Keypmannahavn.

Góðan morgun: Mánadagin gjørdu nøkur donsk ung av, at lata seg úr buksunum á ferðini við metroini í Keypmannahavn.

Men sum skilst vóru tey ikki tey einastu í verðini hendan dagin, sum funnu upp á hetta margháttliga fyribrigdið.

Hetta fyribrigdið byrjaði í New York í 2002, og tað kallast ”No Pants Subway Ride”. Fleiri stórbýir hava síðani tikið undir við hesum. Mánadagin var fimta árið á rað, at ung í Keypmannahavn ferðaðust í undirgrundini uttan buksur.

Hesi ungu siga m.a., at hetta er ein háttur at spreiða gleði í tí annars rúgvismikla gerandisdegnum. – Høvdu øll onnur vita tað, høvdu tey eisini latið seg úr buksunum, segði ein teirra við metroexpress mánadagin.

Í Føroyum er eingi tok í undirgrundini, men vit hava undirsjóvartunlar og bussar. Kanska býarbussarnir í Klaksvík og í Havn vera fullir ungum buksuleysum komandi ár.