Danskir miðlar skriva, at Helle Thorning hevur fingið stjórasess í høvuðssætinum hjá Red Barnet í London. Hon fer tí helst at siga fólkatingssessin frá sær.
Danskir miðlar skriva, at Helle Thorning hevur fingið stjórasess í høvuðssætinum hjá Red Barnet í London. Hon fer tí helst at siga fólkatingssessin frá sær.
Helle Thorning, sum er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Danmark, leitar sær nú aðrar leiðir. Hon verður eftir øllum at døma komandi leiðari hjá Save the Children International.
Tíðindini eru enn ikki váttað, og Helle Thorning hevur ikki gjørt nakra viðmerking til hesi tíðindini. Men tað er nógv, sum bendir á, at fyrrverandi danski forsætisráðharrin endar við hesum leiðarastarvinum í London, vil BT vera við.
Dr.dk skrivar eisini, at um hon endar í hesum starvinum, verður hetta bert nakrar heilt fáar kilometrar frá ”House of Commons”, har maður Helle Thorning hevur sína dagligu gongd.




