Tað er bert eitt felag sum vinnur gull og tí er trupult at meta um hvussu feløgini klára seg í mun til hvønn annan tí tað kann verða ein sera lítil munur millum at vinna gull ella silvur og bronsu. FSF hevur hagtøl sum vísa hvørji feløg hava vunnið flest heiðursmerki og sum hvørt ár verða kunngjørd í ársfrágreiðingini.

Hesi tøl vísa hvørji feløg liggja í toppinum við uppaling av fótbóltsleikarum.
Síðan 2001 hevur HB vunnið 11,1 heiðursmerki í miðal um árið, KÍ 10,07 heiðursmerkir, B36 8,7 heiðursmerkir, NSÍ 6,0 heiðursmerkir og Víkingur 4,1 heiðursmerkir.
Seinastu trý árini hevur KÍ tó klára seg verri enn felagið plagar og í 2014 náddi botnin við einans 4 heiðursmerkjum – og tað sæst kanska eisini aftur í vantandi umboðan á landsliðnum.