Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ byrjar á heimavølli

Jákup Ósá

Kappingarskráin fyri Effodeildina er løgd. Tað er sjáldan, at KÍ byrjar á heimavølli, men tað ger liðið í ár.

Kappingarskráin fyri Effodeildina er løgd.

KÍ byrjar á heimavølli móti TB. Á Norðoyastevnu vitjar NSÍ, á Summar festivalinum vitjar Skála, meðan klaksvíkingar enda í Fuglafirði í seinasta umfarinum.

Í EFFO-deildini verður lagt frá landi leygardagin 5. mars, tá fýra dystir í fremstu deildini eru á skránni, meðan tann fimti verður spældur sunnudagin 6. mars.

1. umfar í EFFO-deildini verður spælt soleiðis:
KÍ – TB
NSÍ – HB
B36 – ÍF
AB – B68
Víkingur – Skála (6. mars)

Seinasta umfar í EFFO-deildini sær soleiðis:
B36 – TB
AB – Víkingur
B68 – NSÍ
ÍF – KÍ
Skála – HB


Øll skráin kann síggjast HER

Harleywoodpaint