Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danmark skal raðfesta Antarktis og Norðurpólin

Danial Viðoy

Danski uttanríkispolitikkurin skal broytast.

Danski uttanríkispolitikkurin skal broytast.

Peter Taksøe Jensen, sum er uttanríkispolitiskur granskari og danskur sendiharri í India, skal koma við ein frágreiðing 1. mai. Frágreiðingin skal snúgva seg um, hvat best er at raðfesta í donskum uttanríkispolitikki.

Longu nú er komið fram frá Peter Taksøe Jensen, at Danmark í minni mun skal fokusera upp á Palestina-Ísrael ósemjuna, umframt eitt demokratiskt arbeiði í Maldivunum.

Peter sigur, at tann danski uttanríkispolitikkurin hevur verið alt ov nógv merktur av ”nice to do”, ístaðin fyri hvat er ”need to do”, sum hann orðar seg.

Danmark eigur her eftir at hyggja meira norður eftir uttanríkispolitiskt, eitt nú má meiri ítrøkiligt fokus setast á Antarktis og Norðurpólin.

Men um hetta skal fremjast í verki, má Danmark velja okkurt annað frá. M.a. hjálpararbeiði ymsastaðni.

Áhugavert verður at síggja, hvussu danska fólkið fer at taka ímóti hesum.