Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølur Open: Favoritturin vann og blaðung talvtalent gjørdu um seg

Nordlysid

Favoritturin úr Sandavági, Høgni Egilstoft Nielsen, gjørdi sína skyldu, vann sannførandi øll síni talv og vann harvið aftur í ár Kjølur Open, men stórur spenningur gjørdist heldur óvæntað um annaðplássið, har tveir blaðungir telvarar, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen veruliga gjørdu um seg.

Favoritturin úr Sandavági, Høgni EgilstoftNielsen, gjørdi sína skyldu, vann sannførandi øll síni talv og vann harvið afturí ár Kjølur Open, men stórur spenningur gjørdist heldur óvæntað um annaðplássið,har tveir blaðungir telvarar, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsenveruliga gjørdu um seg.

 

KjølurOpen 2016 er ein árlig, afturvendandi talvkapping í Klaksvík. Kappingin fórfram í Frítíðarskúlanum Snjallabjalla í Klaksvík, har byrjað varð fríggjadagin,15 jan. kl. 19.00, og seinasta umfarið var sunnudagin kl. 16:30.

 

Virðislønirvórðu latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

 

Hóast greiðurratingfavorittur, kundi Silas Eyðsteinsson ikki fyrr enn í seinasta umfaritryggja sær annaðplássið í kappingini við sigri á Jón í Horni. Úrslitiðbar við sær, at tann einans 9 ára gamli Luitjen AkselssonApol gjørdist nummar 3 vid 5 stigum, meðan 10 ára gamli Jón í Horni fekk 4stig á 5. plássi.

 

Ratingvirðislønirnarvunnu Eli W. Finnsson út Havnar Telvingarfelag og Flóvin MatrasTummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag. Ratingvirðislønir verða givnarteimum telvarum, sum klára seg best í mun til sítt ratingtal (styrkistal).

 

Luttakararnirí ár vóru 20 í tali, harav hópurin, sum skal luttaka í NM (Norðurlendsku Meistarakappingini) taldi 10. Umframtáður nevndu telvarar vóru trúføstu toftamenninir aftur væl umboðaðir vid SigurdiJoensen og veteraninum Helga Joensen á odda. Og eingin kapping uttan VagnHeldarskarð, sum trúfastur umboðar Klaksvíkar Talvfelag.

 

Ungu telvararnir gjørdu um seg

Lagt varðfyri fíggjakvøldið við 3 kviktalvum, og longu í fyrsta umfari vóru ábendingarum, at teir ungu telvararnir ætlaðu at gera um seg.

 

Jón í Hornigjørdi bart og vann á Janusi Skaale, og Luitjen A. Apol spældi javnt mótiSilasi. Eisini ungi Flóvin Matras Tummasarson gjørdi vart við seg og fekkein javnleik móti Eli W. Finnsson.

 

Tá ið 3.umfar var av fríggjakvøldið, vóru Høgni og Jón teir einastu við fullumstigatali.

 

Seinastufýra umførini vórðu telvað við vanligari umhugsunartíð; tvey umfør leygardaginog tvey sunnudagin.

 

Høgni suverenur – hørð

kapping um hini plássini

Høgnikveikstraði alla mótstøðu til viks í kappingini um fyrstaplássið, men spenningurinum hini plássini helst sær til seinasta umfar.

 

HóastSilas einu løtuna hevði mann minni móti Jón, so fekk hann venttalvinum til egnan fyrimun og vann talvið og tryggjaði sær harvið annaðplássið.

 

Luitjen heltstøðið alla kappingina við m.a. sigri á Jón í Horni, og rakk tað til eitttriðjapláss, sum er væl oman fyri styrkimetingina fyri kappingarbyrjan.

 

Endaligastøðan gjørdist sostatt tann, at Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági endaðiovastur á stigatalvuni við fullum stigatalvi, tvs. hann vann øll síni talv.

 

Nummar2 gjørdist Silas Eyðsteinsson úr Sørvági, meðan Luitjen Akselsson Apol úr Havngjørdist nr. 3.

 

Herkann nevnast, at Luitjen eitur eftir abba sínum í móðir ætt, sum er fyrrverandiføroyameistari í talvi. Røturnar í faðir ætt ganga hinvegin norðureftir. 9 áragamli Luitjen er nevniliga sonur løgmann okkara, Aksel V. Johannesen úrKlaksvík. (So fingu sagt tað eisini 🙂

 

Bestiklaksvíkingurin í hesari kappingini var Janus Skaale, sum við 4 stigum endaði áeinum deildum 5. plássi, um vit telja stigini, og bert eitt hálvt stig aftanfyri Janus kom FlóvinMatras Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag – tveir lovandi telvarar.

 

Endaliga støðan : 

nr

navn 

rating

Stig

1

Nielsen Hogni Egilstoft

2326

7

2

Eyðsteinsson Silas

1835

5,5

3

Apol Luitjen Akselsson

1259

5

4

Finnsson Eli W.

1444

4,5

5

Nielsen Jon I Horni

1352

4

6

Joensen Sigurd

1638

4

7

Olsen Kaj

1579

4

8

Skaale Janus

1495

4

9

Heldarskarð Vagn

1480

4

10

Tummasarson Flovin M.

0

3,5

11

Fjallheim Leif Reinert

1617

3,5

12

Weihe Ragnar

1552

3

13

Joensen Helgi

1775

3

14

Fjallheim Benjamin Reinert

1178

3

15

Bertholdsen Bjarki

1415

3

16

Thomsen Ola Jakup

0

3

17

Hansen Jogvan I.

0

2,5

18

Meier Villiam

0

2,5

19

Nielsen Suni I Horni

1188

1

20

Hall Martin

0

0

 

Næstavikuskiftiskappingin verður 29.-31. januar á Oyrabakka, og verður taðsamstundis seinasta kappingin, áðrenn NM-luttakararnir fara til Svøríkis at telva móti sterkastu javnaldrunum í nordurlondum.

 

Samanumtikiðeyðnaðist KJØLUR OPEN stak væl, har yngru telvararnir fingu góðan vinning framtil NM kappingina í Svøríki í februar mánaða.

 

Úrslitinihjá nøkrum av teimum ovastu á stigatalvuni vórðu hesi:

 

1.Runde

FM NielsenHogni Egilstoft  1 – 0 Bertholdsen Bjarki

ApolLuitjen Akselsson  ½ – ½ EydsteinssonSilas

SkaaleJanus 0 – 1 Nielsen Jon I Horni

 

2.Runde

OlsenKaj 0 – 1 FM Nielsen Hogni Egilstoft

EydsteinssonSilas  1835 1 – 0 innsson Eli W.