Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ størri frágongd enn tilgongd

Jákup Ósá

Um vit bara hyggja eftir tali av leikarum.

Um vit bara hyggja eftir tali av leikarum.

KÍ hevur í vetur fingið fimm nýggjar leikarar í hópin. Málverjan Kristian Joensen, miðverjan Ahmed Mujdragic og miðvallarleikararnar Súna Olsen, Niels Paula Danielsen og Semir Hadzibulic. Úr hópinum, sum spældi í seinnu hálvu í fjør, eru farnir høgri bakkurin/vongurin Gunnar Christiansen, miðverjin Ndende A. Guéye, vinstri bakkurin/vongurin Heðin á Lakjuni, miðvallarleikarin Henry Heinesen, miðvallarleikaran Sani Tahir og álopsleikarin Kenan Hajdarevic. Afturat hesum kann nevnast, at tríggir aðrir leikarar eru farnir úr felagnum, sum spældu við í pørtum í fjør. Teir eru málverjin Fríði Sigurðsson og miðvallarleikararnir Ivan Joensen og Evrard Blé. Tilsamans ger hetta, at KÍ í tali hevur mist(6) fleiri leikarar enn felagið hevur fingið(5), um vit bara hyggja eftir hópinum í seinnu hálvu í fjør, tá vit ikki telja Ivan og Fríða uppí. Teir spældu ein dyst alt kappingarárið og vóru ikki partur av KÍ hópinum seinasta partin av kappingini í fjør.

Í fjør brúkti KÍ 24 leikarar og í løtuni hevur KÍ 19 sáttmálaleikarar, men vanligt er, at ungir leikarar í felagnum fáa sáttmála gjøgnum árið eins og tað sum oftast kemur onkur nýggjur leikari inn, tá flytingarvindeygað letur upp um summarið. 

Fakta um KÍ broytingarnar í vetur:

Inn(5): Kristian Joensen, Niels Pauli Danielsen, Súni Olsen, Ahmed Mujdragic, Semir Hadzibulic

Út(6): Heðin á Lakjuni, Henry Heinesen, Ndende A. Guéye, Kenan Hajdarevic, Gunnar Christiansen og Sani Tahir