Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF leitar eftir einum leikara afturat

Jákup Ósá

ÍF hevur mist 10 leikarar í vetur, váttar Jógvan Martin Olsen, ið er høvuðsvenjari.

ÍF hevur mist 10 leikarar í vetur.

Nú er eisini greitt, at Sjúrður Jacobsen, Nenad Saric, Frank Poulsen og Bogi R. Petersen ikki spæla við ÍF í ár.

Hjá ÍF hevur fitt av útskifting verið í vetur og sambært Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjara hjá ÍF, so er hetta eitt tilvitað val av fuglfirðingum.

– Hópurin hjá ÍF var alt ov stórur í fjør, og tí hava vit valt at minkað um hann. Enn mangla vit tó javnvág á liðnum, og tí hyggja vit eftir einum sentralum leikara, sum kann spæla antin í miðverjuni ella sentralt á miðjuni. Ella ein leikara sum kann røkja bæði hesi plássini. Vit hyggja bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið.

Frágongdin hjá ÍF hevur verið stór, tí nú er endaliga staðfest, at Hallgrím G. Hansen, Áki Petersen, Frank Poulsen, Sjúrður Jacobsen, Bogi R. Petersen og Nenad Saric ikki spæla við ÍF í ár. Frammanundan eru Pedrag Markovic, Fritleif í Lambanum og Bartal Eliasen givnir í ÍF umframt, at Fríði Sigurðsson ikki heldur fram. Hann var leigaður til seinastu dystirnar í fjør. Tilsamans hevur ÍF mist 10 leikarar, sum spældu við í seinnu hálvu í fjør. Har skal tó nevnast, at tríggir av hesum eru málverjar. Til ÍF eru komnir tríggir leikarar og sostatt hevur frágongdin verið væl størri enn tilgongdin.

Fakta um tilgongd og frágongd í ÍF:

Tilgongd(3): Alex dos Santos, Gunnar Christiansen og Oliver Korch

Frágongd(10): Pedrag Markovic, Fríði Sigurðsson, Hallgrím G. Hansen, Áki Petersen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum, Sjúrður Jacobsen, Frank Poulsen, Bogi R. Petersen, Nenad Saric

Harleyfacadeacryl