Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Havn til Klaksvíkar í skúla

Tekniski Skúli

25-ára gamli havnamaðurin Jóannes Martin Johannesen lesur til arkitekt í Aarhus. Seinasta hálva árið hevur hann verið í starvsvenjing hjá Zeta arkitektum í Havn. Men áðrenn hann fór undir lesnaðin til arkitekt, tók han HT-miðnámsútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík.

25-ára gamli havnamaðurin Jóannes Martin Johannesen lesur til arkitekt í Aarhus. Seinasta hálva árið hevur hann verið í starvsvenjing hjá Zeta arkitektum í Havn. Men áðrenn hann fór undir lesnaðin til arkitekt, tók han HT-miðnámsútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík.

– Eg havi altíð vitað, at eg vildi vera arkitektur, og HT-útbúgvingin bjóðaði fleiri lærugreinar, sum vóru góðar at hava við tann vegin, greiðir Jóannes Martin frá. Hann er havnamaður um ein háls, og tí var hann at byrja við í iva um, hvørt honum fór at dáma at búgva í Klaksvík.

– Eg kundi ikki taka HT í Havn og hon hóskaði so nógv best til mínar ætlanir um at gerast arkitektur, at eg vildi geva tí ein møguleika. So eg flutti inn á skúlaheimið á Tekniska skúla, byrjaði at taka HT og havi ongantíð angrað tað, sigur Jóannes Martin.

Tað vóru serliga tvørfakligu arbeiðshættirnir og lærugreinarnar á HT-útbúgvingini, sum drógu havnamannin norður til Klaksvíkar. – Her leggur man seg eftir einum kreativum arbeiðshátti, har næmingar sleppa at royna hugflogið við nógvum verkætlanararbeiði. Tað ljóðaði sum nakað fyri meg, sigur Jóannes Martin.

Hann leggur afturat, at hesin arbeiðshátturin eisini hevur aktuellur, nú hann hevur lisið til arkitekt í Danmark. – Vit arbeiða nógv í verkætlanum, har vit umseta ástøðið til praktiskar royndir, og tað minnir meg nógv um mátan, vit eisini arbeiddu á HT, sigur Jóannes Martin, sum minnist aftur á tíðina í Klaksvík við gleði.

Heimið á skúlanum

Hann greiðir frá, at samanhaldið á skúlaheiminum gjørdi árini á miðnámsútbúgvingini serliga stuttlig og minnisverd. – Vit blivu ein sovorðin koloni í Klaksvík. Vit ótu morgunmat, døgurða og nátturða saman, vit spældu Play Station og borðtennis, og vit høvdu fastan innanduratíma eina ferð um vikuna. Harafturat hjálptu vit eisini hvørjum øðrum við skúlatingum, so vit gjørdu veruliga alt saman, sigur Jóannes Martin.

Nú seks ár seinni hevur hann framvegis vinmenn, sum hann kom at kenna frá skúlaheiminum. -Eg kendi ongan av teimum áðrenn, men vit livdu jú ordiliga saman tey trý árini, so vit blivu rættiliga góðir vinmenn, sigur hann.

Tað serliga við akkurat Tekniska skúla í Klaksvík í mun til fleiri av hinum miðnámsskúlunum er, at næmingarnir koma at kennast tvørturum árgangir. Hetta stendst bæði av skúlaheiminum, men eisini av, at næmingatalið ikki er so høgt. – Vit sóu jú hvønn annan á gongini og við hvørt høvdu vit eisini lærugreinar tvørturum árgangir, so vit hugsaðu ikki so nógv um aldur og árgang, sigur hann.

Hann leggur dent á góðskuna í, at teir eldru lærdu frá sær: -so vart tú ongantíð heilt einsamallur við skúlatingunum, tí har var altíð onkur, sum hevði havt lærugreinina fyrr, sum so kundi hjálpa tær ávegis, sigur hann.

Karmarnir vóru góðir

Umframt at hýsa Gymnasialu Tøknibreytini, er Tekniski skúli í Klaksvík eisini karmur um aðrar útbúgvingar. Nevnast kunnu eitt nú SIT-útbúgvingar innan timbur, maskin og el, sum allar krevja hóskandi karmar og útgerð. -Hetta gjørdi okkurt serligt fyri skúlaumhvørvið, tí vit eisini við hvørt kundu brúka verkstøðini og útgerðina har til okkara tímar og verkætlanir, sigur Jóannes Martin.

Arkitekturin

Eftir lokna HT-útbúgving varð Klaksvík skift út við Aarhus, har ungi havnamaðurin umsíðir fór undir at lesa til arkitekt. -Eg havi jú altíð viljað tað, men eg havi eisini verið bangin, um eg nú knappliga fór at finna útav, at tað slett ikki var nakað fyri meg allíkavæl, so tað var spennandi at fara undir útbúgvingina, sum eg nú hevði fyrireikað meg so væl til, sigur Jóannes Martin.

Ivin um val av útbúgving er ongantíð komin, og nú gongur gerandisdagurin so fyri seg í starvsvenjing í heimbýnum. – Enn einaferð havi eg fingið staðfest, at eg elski arkitekturin, so eg man hava valt røttu leiðina, flennur Jóannes Martin, sum nú vendir nøsuni aftur til Danmarkar at gera seg lidnan við útbúgvingina.