Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málini sum verða viðgjørd á tingfundinum í dag

Helgi Abrahamsen

Løgtingið kemur saman í dag kl. 13:30 til fyrsta fundin í hesum árinum. Á skránni er ein 2. viðgerð, ein 1. viðgerð og tveir skrivligir fyrispurningar.

Frágreiðingin um Eik til 2. viðgerð

Málið sum kemur til 2. viðgerð er uppskotið hjá Joen Magnus Rasmussen um frágreiðing frá grein 19 nevndini um kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum.

Joen Magnus Rasmussen sum var formaður í grein 19 nevndini skjýtur upp, at Løgtingið tekur frágreiðingina hjá nevndini til eftirtektar og at Løgtingið eisini samtykkir at heita á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot sum forða fyri, at óhepnu mannagongdirnar og avleiðingarnar sum hava verið av málinum um Eik Grunnin verða endurtiknar.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við málinum, men vísir samtíðis á, at lógin viðvíkjandi sparikassagrunnum er longu broytt og herd. Eisini eru fleiri aðrar lógarbroytingar gjørdar á økinum, ið hava bøtt um vansarnar við lóggávum, sum grein 19 nevndin vísir á. Tískil metir nevndin, at tað verður helst ikki neyðugt við øllum teimum tilmælunum, ið nevnd eru í viðmerkingunum til uppskotið.

Einki mvg fyri bátasmíð

Málið sum kemur til 2. viðger er uppskotið hjá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um at rindast skal ikki meirvirðisgjald fyri sølu og umvælingar av føroyskum bátum.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at árabáturin og seinni maskinbáturin var í øldir álitið hjá føroyingum, men at nú er bátasmíð sum handverk við at fara í søguna.

Ein leystlig meting hjá Taks vísir, at um uppskotið verður samtykt, fer tað at kosta landskassanum umleið 80.000 til 100.000 krónur árliga í mistari inntøku.

Skrivligir fyrispurningar

Tveir skrivligir fyrispurningar skulu svarast á tingfundinum í dag. Tann fyrri snýr seg um trygdarskeið til manningar á fiskiskipum. Tað er Kári P. Højgaard, løgtingsmaður sum spyr Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, ein drúgvan spurning í 12 punktum. Millum annað spyr løgtingsmaðurin, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at arbeiða fyri at geva føroyskum ungdómi 16 ár og eldri, tilboð um ókeypis trygdarskeið og Bláu Bók? Eisini spyr hann, um landsstýriskvinnan heldur tað vera rímiligt at krevja, at tíðin at taka trygdarskeiðið verður økt úr 3 døgum upp í 3 vikur?

Seinna fyrispurningin eigur Annika Olsen, sum spyr Sirið Stenberg um nýggja veðurlagssáttmálan. Annika Olsen vil millum annað hava at vita, um landsstýrið hevur ætlanir um, at Føroyar skulu taka undir við nýggju veðurlagsavtaluni og um hvat landsstýriskvinnan hevur gjørt fyri at tryggja, at Føroyar verða ein sjónligur parturav nýggju veðurlagsavtaluni? Eisini spyr hon, Hví landsstýrið ikki var umboðað á veðurlagsráðstevnuni í París, tá nýggj veðurlagssemja varð undirritað.