Boðið varð til syngið-við-kvøld í Christianskirkjuni í gjárkvøldið, har væl av fólki møtti upp at syngja sálmar, meðan Klaksvíkar Hornorkestur og eisini urgan spældi undir upp skift.
Boðið varð til syngið-við-kvøld í Christianskirkjuni í gjárkvøldið, har væl av fólki møtti upp at syngja sálmar, meðan Klaksvíkar Hornorkestur og eisini urgan spældi undir upp skift.
Tað var urguleikarin í Christianskirkjuni, Jóhanna Johannessen, sum saman við Klaksvíkar Hornorkestri hevði lagt sálmakvøldið til rættis. Í kvøld var hornorkestrið undir leiðslu av Andrasi Sólstein.
Klaksvíkar Hornorkestur er eisini kent fyri at spæla enskar hymnur, sálmar úr Reyðu bók við eyðkenda vakra klangi sínum. Fleiri teirra eru týddir til føroyskt og eru við Sálmabókini og nýggja Sálmabókaískoytinum – Nakrir teirra vóru væl kendi “Abide with me – Ver tú mær hjá”, “Algóði Gud mín faðir ver”, “Nærri mín Gud til tín”, “Nú takki Guði øll”, “Leið milda ljós”, “Mín hirði Harrin góður er”, “Tann dagur, Gud, tú gavst, er liðin” og aðrar við, flest allir úr Reyðu bók – sálmabókini hjá hornorkestrunum.
Andras Sólstein greiddi fra sálmunum og uppruna teirra, men eisini Marjun Lómaklett, prestur greiddi frá onkrum av sálmunum og segði annars frá, hvørjir sálmar sungnir vórðu.
Christianskirkjan og Klaksvíkar Hornorkestur hava í langa tíð havt samstarv um spæl, konsertir og sálmasang. Kirkjan er jú so sera væl egnað til slíkar løtur og ber sálmasangin væl uppi.
Eitt hugnaligt kvøld, sum átti at verið afturvendandi, og frálíkt at “áhoyrarin” sleppur at leggja uppí við sangi sínum.
Aftaná frálíkan sang og spæl varð boðið til kaffihugni í kirkjukjallaranum, og fekk hetta prátið á glið.




