Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At vera skipari er eisini at vera sálarhirði

Helgi Abrahamsen

“Uppgávan er ikki bara at koma inn við fullari last av fiski, og at verða heiðraður sum fiskiklógv. Sum skipari hevur tú eisini ábyrgdina av trivnaðinum umborð.” Tað var heilsanin sum Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevði at bera sínum komandi limum, ið fingu prógv handað á Sjónámi í Klaksvík í dag.

“Skiparin er tað lóggevandi og útinnandi valdið umborð. Tað skulu tit ikki misbrúka, men taka í størsta álvara,” segði hann.

Happing er ólóglig

Fakfelagsformaðurin minti nýklaktu skipararnar og skipsatstøðingarnar á, at happing er ofta ein trupulleiki umborð á skipum. Nógv samskifti er í dag millum skipið og heimið, so trupulleikarnir heima verða tí fluttir umborð.

“Sjómaðurin hevur ongastaðni at fara við sínum trupulleikum. Hann kann koma til skiparan ella loypa í havið,” segði Annfinnur og greiddi frá egnum upplivingum, sum hann hevði havt sum skipari. Hann vísti eisini á, at happing umborð á skipi er ólóglig.

“Í sjólógini §11 stk. 3 stendur beinleiðis, at  sjófólk, sum verður illa viðfarið umborð, hevur rætt at krevja at sleppa  av, um skiparin hevur verið vitandi um  ágangin, men onki gjørt, segði Annfinnur Garðalíð.

8 skiparar og 13 skipsatstøðingar fingu prógv á Sjónámi í dag.