Søkt verður eftir kundaráðgeva til deildina hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon.
Uppgávur
Sum kundaráðgevi gerst tú ein týðandi partur av einum peningastovni, har stórur dentur verður lagdur á, at kundar okkara fáa góða ráðgeving.
Tú veitir heildarráðgeving til privatkundar, samstundis sum tú gerst ein partur av einum vælvirkandi toymi av ráðgevum.
Persónligir eginleikar
Ert tú sinnað/ur at veita eina kundatænastu í serflokki, jalig/ur, hevur góð samstarvsevni, eins og tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, er Norðoya Sparikassi møguliga arbeiðsplássið fyri teg.
Fakligir førleikar
Peningastovnsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.
Upplýsingar um starvið
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Finnur Klein, deildarleiðara
Telefon: 475058
Fartelefon: 295058
Teldupostur: finnur@ns.fo
Umsóknarfreist
Umsókn saman við próvskjølum, viðmælum og C.V. skal vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. februar 2016 og skal sendast til:
Norðoya Sparikassi
Att: Eyðun Nolsøe, starvsfólkaleiðari
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO-710 Klaksvík
Kann eisini sendast sum teldupostur til: eydunn@ns.fo




