Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil yvirtaka útlendingamál fyri at sleppa av við Sea Shepherd

Helgi Abrahamsen

”Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Shepherd.” Tað sigur Annika Olsen, løgtingskvinna, í einum skrivligum fyrispurningi, sum hon ætlar at seta Poul Michelsen, landsstýrismann. Annika Olsen spyr landsstýrismannin, um ætlanir eru um at forða Sea Shepherd at koma inn í føroyskt sjóøki í 2016 og eisini spyr hon um útlendingamál verða yvirtikin í ár.

”Tíverri eru tað ikki vit sum ráða í Føroyum, og tí sleppur ein felagsskapur sum Sea Shepherd at gera um seg her og á ein óreiðiligan hátt at skaða umdømi Føroya úti í heimi,” sigur Annika Olsen. Hon vísir á, at hetta hevur havt eina ringa ávirkan á okkara ferðavinnu, og at heili 20 ferðamannaskip hava avlýst sínar ferðir til Føroya komandi ár.

”Ferðavinnan í Føroyum stendur í besta blóma, og tí er tað umráðandi, at hendan skaðiliga ávirkan frá Sea Shepherd verður steðgað skjótast gjørligt,” sigur hon.

Loysnin er at yvirtaka málsøkið

Fyri Anniku Olsen er eingin ivi um, at loysnin á trupulleikanum er at yvirtaka útlendingamál.

Um málsøkið varð yvirtikið, høvdu Føroyar sitið við avgerðini um, hvørji fólk ikki verða mett skikkað at sleppa til Føroya, og soleiðis kundu vit forða hesum fólkum í at seta føtur sínar á føroyska jørð,” sigur hon.

Saga greinina av, sum vit sita á

Annika Olsen heldur tað vera í lagið at vera rúmsáttur og vísa tolsemi, og tað er eisini í lagið at loyva fólki at hava sína hugsan, og at lata tey gera vart við seg.

”Men okkum nýtist ikki at vera so bláoygd, at vit saga greinina av, sum vit sjálvi sita á, og loyva einum felagsskapi til Føroyar sum hevur eittans endamál – at forða grinda­drápi við at fremja óreiðiligt – og til tíðir ólógligt og landsskaðiligt virksemi fyri Føroyar,” sigur hon.

Á tingfundinum tann 4. februar skal Løgtingið taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.