Eivør Pálsdóttir, Marjun S. Kjelnæs og Kristina Joensen í Reinsaríinum
– Orð og tónar mikuvøldið 27. jan. kl. 20:00
At the Heart of a Selkie eitur nýggja fløgan, ið Eivør Pálsdóttir gevur út 27 Jan. saman við DR Big Band. Tekstirnir, ið fylgja kópakonuni frá tí, hon verður drigin úr havsins dulda heimi, og til hon aftur velur dýpið, hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað.
Umframt at Eivør fer at syngja løg av fløguni á Orð og tónum 27. januar, ið hesa ferð verður eitt mikukvøld og ikki sum vant hóskvøld, fer Urd Johannesen at práta við Eivør og Marjuna um samstarvið teirra millum. Við í prátinum verður eisini Kristina Joensen, ið hevur málað ein málning til hvørja av teimum 7 yrkingunum, ið Marjun hevur skrivað til Eivør.
Opna, nýútgivna yrkingasavnið eftir Marjun S. Kjelnæs, er sprottið úr samstarvinum við Eivør. Her viðger Marjun fleiri av evnunum, sum eisini síggjast í yrkingunum um kópakonuna. Í Opnu sæst aftur stríðið at finna heimin, ein kennir seg heima í; dirvið, ið krevst, at bróta seg gjøgnum veggir, ið standa millum hjarta og andlitið vent móti øðrum; og innlitið har “hvørt orð, hvør bókstavur, hvørt tekn er eitt far, ein flaki, eitt sprek at royna at halda sær uppi við.” Paula Gaard fer at práta við Marjuna um yrkingarsavnið.
Skráin er henda:
Vælkoma
At the Heart of a Selkie – Samrøða við Eivør, Marjuna S. Kjelnæs og Kristinu Joensen Eivør syngur løg av nýggju fløguni
Steðgur
“1000 orð” – Durita Dahl Andreasen lesur upp Opna – Samrøða við Marjuna S. Kjelnæs
Eivør syngur løg av nýggju fløguni
Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.
Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.
Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.




