“Øki av hesum slagnum verða ongantíð liðug, men nú er tað somikið liðugt, at har er klárt at planta”, sigur Kári Kallsberg, stigtakari til at gera nýggja fríøkið á Viðareiði.
Á økinum eru gjørdir tríggir hyljar og eisini eru heyggjar gjørdir, ið skulu skapa lívd. Har verða eisini ljós sett upp, gøtur verða gjørdar, eins og brúgvar og benkur skulu gerast. Eitt stórt torg verður á økinum, og tankar hava verið frammi um at gera eina sandstrond, har børn og vaksin kunnu hugna sær.
Nú var rætta løtan
“Verkætlanin hevur fingið sera góða undirtøku millum bygdafólkið,” sigður Kári Kallsberg. “Vit hava stovnað eitt áhugafelag, og har eru flestu bygdafólkini limir.”
Hugskotið um fríøkið er ikki nýtt og Kári Kallsberg sigur, at tey árini hann sat í bygdarráðnum, arbeiddi hann nógv við tankanum. “Men nú fóru bæði tunnilin og arbeiðið at gera smoltstøðina í gongd, og tí fingu vit møguleikar at fáa tilfar haðani,” sigur hann. “Vit fingu eitt sera lagaligt tilboð frá Articon og tað setti ferð á ætlanina.”
Sum tað sæst á myndunum, so er stórt arbeiði gjørt á økinum, og í vár verða fyrstu runnarnir settir niður.




