Tað spyr Bill Justinussen.
Tað spyr Bill Justinussen.
Bill Justinussen hevur sett Sirið Stenberg fyrispurning í sambandi við møguligum broytingum í hjúnabandslógini.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
“§52a-fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu
Um lógaruppskotini um broytingar í hjúnabandslógini, sum í løtuni eru til viðgerðar í Løgtinginum, verða samtykt:
1. Hvørjar avleiðingar fáa broytingarnar fyri heilsuverkið?
2. Fara gift samkynd at hava somu møguleikar at fáa eftirgjørdan gitnað, sum hjún hava í verandi skipan? Um so er, verður hetta fíggjað av landskassanum?
3. Fer heilsuverkið at bjóða skipan við burðarmammum og sáðgevum fyri at hjálpa giftum samkyndum at fáa børn? Um so er, verður hetta fíggjað av landskassanum?
4. Fara børn, sum eru gitin sum omanfyri nevnt, at vera tryggjað rætt til at kenna síni biologisku foreldur?
5. Fara gift samkynd at kunna ættleiða børn eftir somu skipan, sum hjún hava í verandi skipan?
Undir viðgerðini av uppskotunum um broytingar í hjúnabandslógini hevur verið ført fram, at atlitini fyri rættindum hjá børnum ikki eru nóg væl lýst í viðmerkingunum. Føroyar hava tikið undir við altjóða barnarættindasáttmálanum, har dentur m.a. verður lagdur á, at børn altíð hava rætt at vita, hvørji foreldur teirra eru, og í mest møguligan mun at kenna tey. Hesi atlit hava í grannalondum okkara víst seg ikki altíð at vera fylgd, tá samkynd fáa børn. Tí er ikki óhugsandi, at slíkir trupulleikar fara at gerast veruleiki í Føroyum.
Bill Justinussen, løgtingsmaður”




