Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlanin um at inniloka turrdokkina á Skála er framvegis bara á tekniborðinum

Helgi Abrahamsen

“Vit hava arbeitt leingi við ætlanini um at inniloka dokkina á Skála, men nú fara vit ikki víðari, fyrr enn øll loyvini eru komin uppá pláss.” Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.

“Vit hava eina ítøkiliga ætlan, og vit arbeiða miðvíst fram ímóti málinum, men fyribils má tað bíða,” sigur hann.

Spurdur um hvat ætlanin kostar, sigur Mouritz, at sjálvsagt eru nakrar útrokningar gjørdar, men hann vil tó ikki siga nakað um tað í núverandi støðu. Tað sama ger seg eisini galdandi, tá hann verður spurdur, hvussu høgur bygningurin verður.

“Øll duga at rokna út, at talan verður um ein høgan bygning, men meira vil eg ikki siga um tað,” sigur hann.

Runavíkar býráð segði ja

Á fundi í Runavíkar býráð í gjár varð samtykt, at arbeiðast skal víðari við málinum um at geva Mest loyvi at inniloka turrdokkina. Hetta merkir samstundis, at býarplanurin og byggisamtyktin fyri Skála má broytast, tí ætlanin er at byggja ein hægri bygning enn verandi byggisamtykt loyvir.

Harleywoodpaint