Tað er ikki so ofta, at vit eru vitni til beinleiðis orðaskifti millum ungdóm og politikarar, men hetta hava vit møguleika til í dag.
Klokkan 13:30 skulu øll landsstýrisfólkini verða til staðar í tingsalinum, tí tá verða ófráboðaðir fyrispurningar á skránni fyri Ungdómstingið. Teir 33 skúlaungdómarnir kunnu tá seta landsstýrisfólkunum fyrispurningar, og landsstýrisfólkini skulu svara.
Undanfarnu ferðirnar tá Ungdómsting hava verið, hava nógvir av ófráboðaðu fyrispurningarnir verið rættiliga áhugaverdir.
Tá spurningurin er settur og svaraður, fáa spyrjararnir (í hesum føri næmingarnir) orðið aftur, men tað er tó sjáldan at næmingarnir nýta seinna umfarið til annað enn at takka fyri svarið. Kanska er hetta spell, tí hóast tað er alla æru vert at vísa takksemi, so hava politikararnir vanliga einki ímóti at fáa kritiskar spurningar frá næmingunum.
Dagskráin fyri Ungdómstingið byrjar annars kl. 10, tá 2. viðgerðir verða av málunum, sum í gjár vóru til 1. viðgerð.
Ungdómstingið verður sent beinleiðis á Tingvarpinum.




