Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øðrvísi skemt í Spaniastovu

Poulina Slættanes

Leikurin er ein lýsing av fýra sera ólíkum tónleikafjepparum. Alt gongur, sum best ber til, tá tey hittast til eina fyrireiking um nýliga farna tónleikavísusangaran John Hansen. Einki fantilsi er á teimum. Tey seta upp framman fyri bústaðin hjá John Hansen við hvør sínum gittara, og konfliktirnar byrja beinan vegin. Tvey onnur skuldu vera við, men tey møta ikki. Hvat skulu tey spæla og syngja tí farna til heiðurs ? Repertoir´arið er fjølbroytt.

Tá samanum kemur, snýr leikurin seg næstan ikki um tann deyða tónleikaran, men heldur um løgna og frammiliga felagsskapin, sum hesi fýra ólátaðu og ófólkaligu vinfólkini hava. Hvør regla, hvørt orð, hvør handling hjá teimum skal diskuterast, og tað er ikki við mýkindum. Tómt og innihaldsleyst er alt prátið. Persónarnir eru av tí ekstrema slagnum, tey kenna sær ikki hógv og hvessa sínar ógvusligu og høpisleysu meiningar. Hann, sum ber av, er Ívaldur. Líkamikið, hvat hini trý koma við, so er hann kontra. Tey royna at vera semjusøkjandi, men alt vindur seg upp í ein verri ellubita, tí Ívaldur knúlvar tey so til.

Tey eru øll so fesjut, – í atferð og framferð og burturvið ílætin. Her fær man eisini nakað at hugsa um, – umhvørvið hjá teimum er so fesjut og óskipað.

Ívaldur (Jógvan á Høvdanum) er eftir øllum at døma hann, ið stýrir øllum. Ófantaligur, harðligur, frekur og kaldur. Hini royna at fáa hann at líkjast teimum, men altíð koyrir Ívaldur tey í tann pottin, ið einki hevur uppá seg. Tey diskutera og diskutera, hvat er besti sangurin, ið tey skulu spæla. Men tey duga bara ikki. Alt dettur á gólvið, hvussu gjarna, tey annars vilja. Kanon, tvístemt ella hvussu gera tey tað best ? Ja, har eru fleiri boð. Men John til heiðurs er tað neyvan. Egoistarnir eru komnir at seta seg sjálvar í fremstu røð, gitir man.

Her er illsinni, her er svongd, saknur og so nógv annað, sum setir dagsskránna. Men tá saman um kemur, so eru tey tvinnaði í eini tilgongd, har tey hava tørv á hvør øðrum. Helst eru tey støk og nokk so svøk. Vit hava gott av at fáa innlit í eitt øðrvísi lív. Hjá guitaristunum er tað øðrvísi og svakligt. Vit hava hesi ímillum okkum dagliga, og tey siga nógv skilagott. Men nógv kunnu vit síla frá.

Øll fýra spældu so sera væl. Tey vóru øll líka ónormal. Grækaris, ið spældur varð av Høgna Olsen, var framúr. Hann dugdi við keipum og øðrvísi atburði beinan vegin at seta orð á, hvussu løgin hann var. Kropsmálið var framúr gott.

Line Knutzon, ið er donsk, hevur skrivað leikin. Dramabólkurin hevur loftað søguni, og sjangran er nokk so øðrvísi enn tað siðbundnað reportoarið, sum Sjónleikarafelagið í Klaksvík hevur staðið fyri.

Takksamt og gott at hava henda brakandi góða pallin úti í Klaksvík, har so lítið pláss er millum pall og áskoðarar. Eina løtu var tað sum um, at vit vóru komin til minniskonsert um John Hansen. Vit sloppu bara ikki at seta leikararnar uppá pláss. Tey spældu betri enn so. Tað bar ikki til at tala at, tí tey tóku næstan ótalaða orðið av tær. Genturnar spældu sera væl, bæði Greta og Kim (Sára Skarðenni og Eva Maria Bláhamar). Kanska minnist eg Evu úr Sjeyk ella Fame í Hoydølum. Ein gudgivin songrødd, ið lyfti allar hinar upp um elligomlu, ormetnu bjálkarnar í Spaniastovu. Jógvan á Høvdanum við frísutum og stuttligum skalla, spældi super væl. Tit dugdu so væl at syngja, ja, so sera væl, tá tit funnu melodiin. Men tekstirnir vóru innihaldsleysir, og tað var einini meiningin.

Bergur Rasmussen umsetti leikin. Haldi ikki, tá hann nú lat leikin vera eitt sindur “heimligan”, at hann rakti nóg væl. Kundi saktans givið sær meiri far um, hvussu vit gera okkum upp, tá vit vilja vera øðrvísi. Tað flata millum danir og okkum er nokk so skilligt. Danska fjantið og fjasið fekk í og so nógva rúmd. Har kundi okkurt verið tikið burturúr, sum legði seg meiri upp at okkara heimliga gerandismeldri.

Ria Tórgarð dugdi eisini hesa ferð at fáa leikgongdina at rigga. Hon loftar og dugir at seta ferð á og geva leikarunum “drive”.

Í leikriti plaga vit at síggja, hvør staðið hevur fyri búnum og sniði. Frískligt, at Margreth Dalsenni hevur verið leverandørur til búnar hjá dramabólkinum.

Pallurin ella rúmið sjálvt, var sum skapt til leikin. Ongantíð betur, um klaksvíkingar sum skjótast fáa eitt sjónleikahøli, ið kann rúma øllum avbjóðingum, sum søma seg best, tá boðskapurin skal út. Tað líkist ongum, at býurin ikki hevur frægari karmar enn trongu Spaniastovu. Tað er nokk so langt úti, tá hon er álitið hjá so ídnum og hugagóðum áhugaleikarum.

Poulina Slættanes