Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ skipar fyri heilsufótbólti

Helgi Abrahamsen

Endamálið er millum annað at bøta um heilsuna hjá vaksnum og tilkomnum.

Mánakvøldið 1. februar kl. 21 hevði KÍ fyrstu venjing í heilsufótbólti.

Endamálið við heilsufótbólti er at fáa vaksin og tilkomin, bæði kvinnur og menn, at venja/spæla fótbólt eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis skal hetta bøta um heilsuna hjá luttakarunum.

Átakið “Heilsufótbóltur” verður skipað á tann hátt, at Fótbóltssamband Føroya útvegar feløgunum útbúna og venjingartilfar. Síðani skulu feløgini útvega vøll og ábyrgdarpersón, ið kann skipa fyri lættari venjingum. Heilsufótbóltur er ikki krevjandi venjingar, men vanligt spæl á tvey mál.

Nýggja gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsuárin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum. Í Danmark eru í dag meir enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt, og tað hevur verið ein long sólskinssøga, har luttakararnir ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Heilsufótbólturin hjá KÍ verður mána- og fríggjakvøld kl. 21. Øll eru vælkomin at luttaka.

Ábyrgdarpersónur er: Manni Waag Høgnesen, tlf.: 777777


(Trýst á linkið niðanfyri, fyri at fáa meira at vita um heilsufótbólt):

http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/11/09/15110932heilsufotboltur#.VrCxPVPJzmE

Harleyfacadeacryl