Søkt verður við hesum eftir einum avloysara til Brennistøðina hjá IRF.
Avloysarastarvið byrjar 1. mars 2016 ella skjótast til ber og endar 26. august 2016.
Arbeiðið fevnir um:
1. Vaktararbeiði
2. Viðlíkahaldsarbeiði
3. Annað fyrifallandi arbeiði innan IRF
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving, t.d. maskinmeistari, elektrikari ella maskinsmiðjur ella líknandi, hevur góðan teldukunnleika, og er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skulu sendast til IRF@irf.fo, ella IRF, Víkarvegur 107, FO- 520 Leirvík, og skulu vera okkum í hendi innan mánadagin 22. februar 2016.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja tlf. 414243, Jacob Petur Johannesen.
IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík




