Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mourinho er í samráðingum við Manchester United

Jákup Ósá

Nú er tað endaliga staðfest, at José Mourinho helst verður nýggjur venjari hjá Manchester United í seinasta lagi í summar.

Les eisini: Venjarakabalin við Bayern, Chelsea, City og United

Tað er m.a. BBC, ið vanliga er sera álítandi kelda, sum í kvøld skrivar, at partarnir hava tosað saman seinastu tíðina. Hóast eingin endalig semja er fingin enn, so væntast tað at enda við, at Mourinho tekur yvir hjá Manchester United í seinasta lagi í summar, tá Louis van Gaal væntast at fáa sekkin, um hann ikki velur at fara sjálvur. Fleiri enskir miðlar skriva, at tað er serliga eftir, at Manchester City setti Pep Guardiola sum venjara, at Manchester United hevur sæð seg noyddar at seta José Mourinho, tí teir meta ongan annan kunna koppa Guardiola og Manchester City í kappingini um meistaraheitið í Premier League.