Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool uttan Klopp

Jákup Ósá

Tá Liverpool spælir seinnapartin móti Sunderland, so verður tað uttan týska venjaran.

Tá Liverpool spælir seinnapartin móti Sunderland, so verður tað uttan týska venjaran.

BBC skrivar, at Jurgen Klopp hevur fingið sjúku, ið minnir um blindtarmsbruna, og tí verður hann ikki á bonkinum hjá Liverpool, sum tekur ímóti Sunderland kl. 15.00 seinnapartin.

Restin av venjaratoyminum – Zelkjo Buvac, Peter Krawietz, Pepijn Lijnders og John Achterberg – tekur yvir hendan dystin. Ógreitt er, um Klopp fer at missa fleiri dystir. Liverpool spælir týðandi FA Cup dyst móti West Ham týskvøldið og síðst í mánaðinum skal Liverpool spæla Capital One Cup finalu móti Manchester City á Wembley.