Hósdagin 4. februar 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, kunnaði landsstýriskvinnuna um ymisk aktuell mál av felags áhuga, sum partarnir síðan umrøddu.
Hósdagin4. februar 2016 var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á vitjan hjá Klaksvíkarkommunu, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, kunnaði landsstýriskvinnuna umymisk aktuell mál av felags áhuga, sum partarnir síðan umrøddu.
JógvanSkorheim, borgarstjóri, hevði bjóðað Rigmor Dam, landsstýriskvinnu tilKlaksvíkar á vitjan, og hósdagin 4. februar 2016 hittust tey bæði til fundar íbýráðshúsinum í Klaksvík saman við leiðandi embætisfólkum.
Saman viðlandsstýriskvinnuni vóru Poul Geert Hansen, aðalstjóri, og Bjarni Wilhelm,deildarstjóri.
Í løtunieru fleiri verkætlanir á mentanarøkinum ávegis í Klaksvíkar kommunu.
Einskúlasamanlegging er júst framd, og stór skúlabygging fer nú fram á Skúlatrøð.Nólsoyar Páls garður er ein onnur, sera forkunnug, verkætlan, sum góðar kreftirí kommununi hava tikið stig til. Fyrireikingarnar av Posthúsætlanini – framtíðarmentanarpallurin í Klaksvík – eru komnar væl áleiðis, og ferð er nú aftur settá umvælingarnar av Faktorhúsunum úti í Klaksvík, sum í mong ár hava bíðað eftirtørni.
Landsstýriskvinnan og borgastjórin nýttu høvið at umrøða hesi ogonnur mál av felags áhuga, áðrenn landsstýriskvinnan fór víðari á vitjan hjánøkrum av stovnunum í Klaksvík innan hennara málsøki.
– Fyriokkum í Klaksvíkar kommunu hevur tað alstóran týdning at hava eitt gottsamskifti og samstarv við landsstýrið, og tí fegnist eg um, at Rigmor Dam,landsstýriskvinna, vísir okkum tann ans, at hon setir tíð av til eina vitjansum hesa, har vit fáa høvi at samskifta um mál av felags áhuga hjá kommununi ogMentamálaráðnum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.




