Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir menninir vunnu í dag

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: Fyrsti sigurin í landskappingini hetta kappingarárið gjørdist veruleiki, tá menninir hjá Mjølnir tóku ímóti Ternuni í dag.

Myndarøð: Fyrsti sigurin í landskappingini hetta kappingarárið gjørdist veruleiki, tá menninir hjá Mjølnir tóku ímóti Ternuni í dag.

Mjølnir lat ongantíð nakran iva vera um, hvør fór at vinna dagsins dyst. Tí dysturin endaði við 3-0 sigri til klaksvíkingar. Tó vóru tvey tey seinastu settini tøtt, men í báðum førum dró Mjølnir longra stráið. Sett úrslitini vóru 25-19, 27-25 og 25-23. Hetta er fyrsti sigurin hjá Mjølnir hetta kappingarárið í landskappingini. 

Mjølnir er aftast í deildini við 3 stigum, meðan Ternan er næstaftast við 9 stigum. Hóast hetta er fyrsti sigurin hjá Mjølnir, so hava ábendingar verið um, at sigurin kanska ikki var so langt burtur, tí flestu sett úrslitini seinastu tíðina hava bent á, at dystirnir hava verið javnari enn úrslitini hava sagt.

Harleyfacadeacryl