Kvøldseta verður í í Mentanarhúsinum 12. februar kl 19:00 um útróður her í bygdini. Tað hevur ikki verið nógvur útróður tey seinastu árini kring landið. Um henda fiskiveiða fer í søguna, er ilt at siga, tí gera vit 3 kvøldsetur, har útróðrarmenn hiðani úr bygdini siga frá, so vit kunnu hoyra teirra søgu, um henda fiskiskap. Teir fyrstu á pallinum eru:
Jákup Petur Jacobsen, róð út við….. Uranus, Fiskakletti og Gulldrangi
Kaj Eli Joensen, róð út við …………… Eriki, Líggjasi og Sigatindi
Hans Petur Hansen, róð út við……… Eriki, Brandi og Hans Peturi
Samson í Lambanum, róð út við…….Eyðini – 3 bátar við sama navni.
Hinar kvøldseturnar verða, 19. februar og 1. apríl og verða kunngjørdar seinri.
Atgm kr. 100 fáast við dyrnar.
Góður dussur í steðginum og okkurt forkunnugt afturvið.




