Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum er um at vera liðug við at viðgera nógv umtalaða uppskotið um at broyta hjúnabandslógina. Tað sigur forkvinnan í nevndini, Katrin Kallserg.
“Í løtuni bíða vit eftir einum svari frá Ríkisumboðsmanninum, og tað verður helst tað seinasta sum hendir í Trivnaðarnevndini í sambandi við hetta málið,” sigur Katrin Kallberg. “Eg rokni við at vit fáa svarið í dag, og um einki óvæntað hendir, so er bara eftir at skriva álit í málinum,” sigur hon.
Spurd um hvat tey vilja hava at vita frá Ríkisumboðsmanninum sigur hon, at tað er ein útdýping av, hvat “serlige færøske forhold” merkir í onkrum ávísum føri.
Veit ikki um hinar nevndirnar eru lidnar
Trý uppskot liggja í løgtinginum, sum hava við hjúnabandslógina at gera, og tey eru øll farin í hvør sína nevnd.
“Eg vildi trúð at øll uppskotini skulu til 2. viðgerð samstundis,” sigur Katrin Kallsberg, men hon hevur ikki kannað eftir, hvat líður arbeiðinum í hinum nevndunum.
Veit ikki um viðgerðin hevur flutt nakað
Katrin Kallsberg dugir ikki at siga, um viðgerðin í Trivnaðarnevndini hevur flutt nakað, men hon heldur tó, at viðgerðin hevur verið sera áhugaverd. “Vit hava fingið lýst nøkur ting, serliga viðvíkjandi spurninginum um munin á tí kirkjuliga og tí borgarliga, og vit hava hoyrt nógvar ymiskar vinklar um hetta málið,” sigur hon.
Fundur verður í dag
Forkvinnan í Trivnaðarnevndini dugir ikki neyvt at siga, nær tey fara at skriva álit í málinum, men í løtuni verður bíðað eftir svarinum frá Ríkisumboðsmanninum, og tað svarið roknar hon við at fáa í dag.
Trivnaðarnevndin hevur fund klokkan 9:15 í morgun, og tvey mál eru á skránni. Annað er uppskotið um at broyta hjúnabandslógina og hitt er um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul.
“Fundurin í dag er í høvuðsheitum settur á skrá, fyri at viðgera hitt málið, men vit seta altíð øll málini á skrá, sum liggja í nevndini,” sigur Katrin Kallsberg.




