Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oljuprísurin, Strandfaraskip Landsins og Atlantic Airways

Johan Mortensen

Tad er øllum kunnugt at oljuprisurin er fallin sera nógv í farna ári, væl yvir 50 %, og tad er ongin ivi um at hann framvegis verdur lágur komandi ár.

Framleidslan av olju er munandi størri enn globali eftirspurningurin og tá Iran kemur full scale inn á marknadin fer hann enn longur nidur. Longu nú merkja vit øll positiva árinid av lága prísinum, tad er bíligari at hita husini og biligari at fylla benzin tangan. Okkara fiskifloti og øll sum nyta olju og benzin i størri mun hava eitt betur rakstrarúrslit.

Lági oljuprisurin sær kortini ikki út til at hava rinid stórvegis vid almennu feløgini Strandferdsluna og Atlantic Airways, olja og benzin eru størstu kostnadarpostar hja hesum feløgum. Tad er løgid at Landsstýrismadurin í samferdslumálum ikki hevur hálverad allar ferdasedlaprísar vid Strandferdsluni, ella hvat sigur Bjarni Hammer ?

Sama skilid er vid almenna felagnum Atlantic Airways, sum framhaldandi hevur eitt alt ov høgt prísstødi. Prisurin a fuel benzini til flogfør er somuleidis lædkadur yvir 50 % og medan feløg sum Norwegian og SAS bædi vinna pening og lædka prisirnar hendir onki hjá AA, hevur Poul Michelsen onga meining um hetta ? Broytti oljumarknadin eigur at koma øllum føroyingum til gagns !

Johan Mortensen