Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansifrálæra í KÍ – høllini

Danial Viðoy

Dansihugni er felag í Klaksvík, sum hevur til endamál at undirvísa í dansi, og skapa áhuga fyri dansi.

TÍÐINDASKRIV:

Dansihugni er felag í Klaksvík, sum hevur til endamál at undirvísa í dansi, og skapa áhuga fyri dansi.

Tað hevur eydnast felagnum at fáa tveir danskar dansiundirvísarar frá Danseskolen Frederiksberg: Dennis Keller og Sofie Holm til Føroya at undirvísa.

Undirvíst verður í KÍ-høllini leygardagin 13. februar. Øll eru hjartaliga vælkomin – tilmelding er ikki neyðug.

Kostnaðurin er ógvuliga sámuligur, 20 kr. undir 18 ár, og 50 kr. fyri vaksin.

Skráin fyri leygardagin 13. februar er hendan:

10:00-11:00 Disco Dance & Hip Hop 6-9 ár
11:00-12:00 Disco Dance & Hip Hop 9-13 ár
12:00-13:00 Girly Girl Funky Style frá 14 ár – bara gentur
13:00-14:00 Hip Hop og Funk frá 14 ár
15:00-16:00 Showdansur frá 13 ár
17:30-18:30 Vaksnamannadansur Vals, Tango, Quickstep, Chachacha, Jive Byrjarar, ung og vaksin
18:30-19:30 Jitterbug og Swingdansur Byrjarar, ung og vaksin
20:00-21:00 Hip Hop og Jazzdansur Byrjarar 30+

Dansihugni

GREIDLIGARI FRÁ GREIÐING Í FÍLINI NIÐANFYRI:

Harleywoodpaint