Piparsveinurin, Jóhan Mikkjalsson, eisini nevndur ”Mitch”, stuðlar nú Pamelu og Sea Shepherd í stríðnum at steðga grindadrápi fullkomiliga í Føroyum.
Piparsveinurin, Jóhan Mikkjalsson, eisini nevndur ”Mitch”, stuðlar nú Pamelu og Sea Shepherd í stríðnum at steðga grindadrápi fullkomiliga í Føroyum.
Jóhan verður 30 sunnudagin 14. februar, sum eisini er Valentines-dagur.
Jóhan, sum skjótt verður løgreglumaður, sigur, at hann ikki fer at handtaka nakran Sea Shepherd lim sum komandi løgreglumaður.
Jóhan, sum eisini hevur granskað nógv innan ítróttina og kroppin sum heild, sigur, at grind er sera vandamikil at eta.
Jóhan, sum ikki bara er løgreglumaður og professari í ítrótti, er eisini útlærdur timburmaður. Hann hevur lovað Pamelu, at byggja nýggjar grindaíbúðir til Sea Shepherd limir, sum koma at vitja Føroyar í summar. – Pamela hevur lovað at stuðla verkætlanini hjá Jóhan fíggjarliga.
Jóhan á Miami Beach
Jóhan var seinast sæddur yviri í Florida, har hann eftir øllum at døma hugnar sær óført við Pamelu Anderson á Miami Beach.
Tað sigst eisini, at Pamela er púra frá sær sjálvari, tí Jóhan hevur so lekkran yvirkropp. Kunnleiki Jóhans til likamslutir og kropp annars gagna eisini Pamelu, tí hann hevur massera henni dúgliga.
Jóhan heilsar og sigur, at hann – hóast góðu tilveruna yviri í Florida – flýgur til Danmarkar at halda piparball á Oyrasundskollegiinum í kvøld.
* P.S. ”Vit fýra” ynskja tær tillukku:
Við eginleikum Jóhans vænta vit, at tað gongur ikki rúm tíð, áðrenn Jóhan ikki er konuleysur longur. Vit ynskja honum bestu eydnu við tí. – Minst til Jóhan, at eitt ár, bert er eitt ár afturat.
Við hesum vilja vit ynskja Jóhan hjartaliga tillukku við degnum 14. februar, sunnudagin. Alt tað besta og Guðs ríku signing.
Vit gleða okkum til í kvøld 🙂
Ynskja ’hinir fýra’.




