Universitetið í Keypmannahavn fer nú at seta sum krav, at øll skulu hava minst 6 í meðalkarakteri fyri at sleppa inn eftir kvotu 1 (sum er upptøka, har bara verður dømt eftir karakterunum frá miðnámsskúlanum). Somu krøv verða tó ikki sett til kvotu 2 (sum er fyri tey, ið av ymiskum orsøkum ikki sleppa inn eftir kvotu 1 ella hava brúk fyri at verða mett eftir øðrum førleikum enn meðalkarakteri).
Eitt lógaruppskot sum skal gera tað møguligt at herða krøvini til kvotu 1, uttan at somu krøv verða sett til kvotu 2, verður helst lagt fyri Fólkatingið seinast í hesum mánaðinum.
Roknað verður við, at hini universitetini í Danmark eisini fara at herða krøvini fyri upptøku.
Setast í gildi í 2018
Herdu krøvini kunnu í fyrsta lagið verða sett í gildi í 2018, men høvdu tey verið galdandi í 2015, so høvdu tey rakt 11 prosent av teimum, sum byrjaðu á universitetinum í Keypmannahavn tá.
Vararektarin á universitetinum í Keypmannahavn, Lykke Friis sigur, at hon roknar ikki við, at færri fara at fáa útbúgving orsaka av herdu krøvunum, men at tað heldur verður minni fráfall undir lesnaðinum.
Velja løtt fak fyri at pynta um úrslitið
Herðu krøvini fyri at sleppa inn á universitet hava seinnu árini havt við sær, at fleiri næmingar hava tikið einstøk “løtt” fak á miðnámsskúla, eftir at tey hava fingið “húgvuna á høvdið”, fyri á tann hátt at pynta um meðalkarakterin.




