Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klárt at vetrarfriða á Eiði í summar

Helgi Abrahamsen

Eiðis kommuna boðaði í fjørð heyst frá at kommunan hevur gjørt sáttmála við Suðurhelvt, ein av tveimum hagapørtum, um vetrarfriðing á Eiði. Nú er sáttmáli um vetrarfriðing eisini gjørdur við Norðurhelvt hin hagapartin ið hevur vetrarbit í bygdini.

Nú sáttmálarnir eru komnir undir land, er klárt at vetrarfriða. Arbeiðið at vetrarfriða er drúgt, men arbeiðið fer eftir ætlan í gongd í summar.

Kommunan samtykti í 2015 at fíggjarnevndin fekk heimild at samráðast við hagapartarnar, sáttmálarnir skuldu í mesta lagið kosta kommununi 1,2 milliónir fyri mist vetrarbit. Hetta hámark á 1,2 milliónir er hildið.

“Hagapartarnir hava verið sera samstarvshugaðir, og sigast má at partarnir hava havt eina góða og siðiliga tilgongd, sum at enda vísti seg at bera á mál,” sigur Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.

Kommunan og hagapartarnir hava avrátt, at peningurin verður goldin aftur yvir fýra ár.

“Enn eru smáting eftir at fáa upp á pláss, eitt nú skulu rulluportur endaliga staðsetast,” sigður Eiðis kommuna.