Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VFF Kup: HB-KÍ (beinleiðis)

Jákup Ósá

Fyrsti dysturin hjá KÍ í VFF Kup í Tórshavn er móti HB.

HB byrjar soleiðis: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Jákup Hansen – Christian R. Mouritsen, Rókur av F. Jespersen, Teit Jacobsen, Adrian Justinussen – Poul Ingason, Milan Peric
KÍ byrjar soleiðis: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Mayowa Alli, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Ahmed Mujdragic, Semir Hadzibulic, Heðin Klakstein – Petur Andreasen, Páll A. Klettskarð
5 min.: 0-0 enn. Tað gongur javnt á og enn hevur eingin mál møguleiki verið. 
15 min.: Framvegis 0-0 og tað er ikki nakar munur á liðunum. Liðini hava onkuntíð verið nær við, men eingin stórur møguleiki hevur verið enn. Annars kann leggjast afturat, at 07Vestur vann kappingina fyrr í morgun fyri liðini, ið ikki eru í Effodeildini. 
23 min.: Størsti møguleiki í dystinum, har Sørmundur Kalsø glíðir og missir bóltin í KÍ álopi. HB kontrar. Milan spælir til Poul, sum skjýtur uppá mál, men Kristian bjargar út til hornaspark. 
Liðugt: 0-0
Tað endaði við málleysum javnleiki. Tað var ikki nakar munur á liðunum. Og tó at bæði søktu ofta at í royndum at fáa mál, so manglaði sum oftast tað seinasta, áðrenn tað bleiv til nakran stóran møguleika.